Mammukroppur og sjálvsálit

Í skjótt 8 ár havi eg ikki havt mín ”vanliga” kropp. Eg sakni hann. Mín kroppur er broyttur ógvuliga nógv aftaná eg havi átt børn. Tvs. Eg havi tikið nógv kilo uppá, húðin um búkin er leysari. Boppurnar hanga. Strekkmerkir allastaðni. Eg hyggi eftir myndum av mær sjálvum, frá tá ið eg vigaði umleið 30 kilo minni enn eg geri í dag, og var nøkunlunda normalvektig. Og eg minnist hvat eg hugsaði tá. Eg helt meg vera ov stóra. Ella mín búkur var ikki klænur nokk.

Eg siti nú og ynski meg aftur til, tá ið eg hevði tann ”lekkra” kroppin á myndini. Ááá, hví er man aldrin nøgdur? Tað er ótrúligt hvussu man sum kvinna ofta er kritiskur um sín kropp. Er tað ikki eitt, so er tað eitt annað.

Eg royni at læra meg at ikki vera so harða við meg sjálva, um eg ikki eri komin niður á mína ”goal weight”.

Eg royni eisini at heiðra mín kropp fyri tað, hann er. Ein fantastisk baby maskina. Ein hart arbeiðandi funktión, og ramman um eina góða persónligheit. Eg takki mínum kroppi fyri at hava hildið út ígjøgnum nógv stríð. Bæði psykiskt og fysiskt. At hava átt trý børn, við einum kompliseraðum fyrsta føddum, og einum yvirstórum næstføddum, og einum næstan líka stórum triðja føddum.

Eg royni at hugsa eitt sindur meira sum ein maður. Menn(nógvir av teimum í hvørt fall) kunnu hyggja í speglið, og óansæð hvussu teir síggja út, so eru teir so sera væl nøgdir við tað teir síggja.

Mín maður leggur so slett onki í, at mín kroppur er broyttur. Hann sær tað slett ikki, soleiðis sum eg geri. Hann heldur meg vera akkurát líka sexy, sum tá ið vit fyrst møttust. Og eg loyvi mær at gita, at allarflestu av okkara monnum síggja slett ikki tað, sum vit gera. Tað eru simpulthen vit kvinnur, sum mugu læra okkum at fokusera uppá tær góðu síðurnar av okkum sjálvum, og ikki (bara) hugsa so nógv um, hvussu vit síggja út.

Sjálvsálit ella ein góð sjálvsmynd kemur veruliga innanifrá. Hon kemur frá at vita hvør ein er. At vita hvagar man fer. At vita hvat man dugir. At vita hvussu man elskar, gevur, arbeiðir, livir lívið. At líta á seg sjálvan, og sínar eginleikar. Eg havi lært meg eftirhondini, og læri meg enn, at fokusera uppá tað innara menniskja, samstundis sum eg royni at betra um mín fysik. Og mítt innara menniskja fær mest uppmerksemi beint nú. At mín heili verður intellektuelt stimbraður, at mín opinleiki og kreativitetur verður mettaður við alskyns inputtum og outputtum. At eg arbeiði við mínum kenslum, mínum sjálvsáliti, og harvið geri meg sterka.

At niðurkóka seg sjálvan til bert ein form, er jú púra burturvið, tí eg sum kvinna, eri jú so nógv meira enn tað. Sjálvandi halda flest av okkum, at tað er stuttligt at pynta seg, sminka sær, og sum heild gera okkurt burturúr. Men hvat meira kunnu vit kvinnur bjóða uppá enn bara ”goal weight” og ein form? So nógv meira. Ein maður verður ikki bert mettur út frá hansara ”øl búki”, og tí kann kvinnan heldur ikki bert metast út frá hennara ”appelsinhúð.”

At hyggja eftir mær sjálvari, og síggja at eg eri ov stór, merkir ikki, at eg dømi meg sjálva. Tað merkir bara, at eg eri realistisk. Men eg ynski at arbeiða innanfrá og út, so at mítt innara trumfar mítt uttara. So seti eg mær nøkur realistisk mál viðvíkjandi fysikkinum, og strembi eftir at koma á mál. Mítt mál er at vera sunn og sterk fysiskt. Hetta fer at viðvirka til, at tann pínan, sum eg til tíðir havi í hoftini eftir at hava átt og borið trý børn, kann forbetrast. Hetta síggi eg fram til, og vóni at eg fari at megna tað. Men óansæð hvat, so ynski eg at styrkja mítt sjálvsálit, at arbeiða innanifrá, og ikki vera ov harða við meg sjálva. Hvussu hevur tú tað við tínum kroppi? Ella hvussu hugsar tú um teg sjálva? Ert tú ov hørð við teg sjálva? Eg vil bara uppmuntra teg til í næstu viku at royna at bera meira yvir við tær sjálvum. Meira enn tú vanliga gert, og minnast til, at eingin er perfekt. Heldur ikki tú. Og tað er ok.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s