Tann fyrsta tíðin við nýføðingi er hørð!

Eg seti meg niður nú í kvøld aftaná eina rokaliga seingjarrutinu við mínum trimum børnum. Nú er friður, og eg byrji at líta aftur á tríggir teir seinastu mánaðirnar. Hetta er triðju ferð, at eg siti við einum nýføðingi í fanginum. So man skuldi trúð, at eg var totalt avslappað hesaferð, og hevði stýr á øllum. Men soleiðis havi eg ikki havt tað. Børn eru jú ymisk, so tað er nakað heilt nýtt hesaferð, og eg skal koma at kenna eitt heilt nýtt menniskja. Og mangan havi eg følt tað sum eg havi minst stýr á tí hesaferð. Kanska er tað tí, at eg havi tvey onnur børn at hugsa um eisini, eitt hús, og ein mann. Nú, tá ið eg líti aftur, merki eg á mær, hvussu eg byrji at koma uppundan aftur, og eisini, at hesir mánaðirnir hava ikki bara verið lættir.

Við Eli minnist eg, at eg hevði tað eitt sindur óróligt ta fyrstu tíðina, kanska eini tvær vikur, bara av tí at eg hevði ein nýføðing, og eg visti hvør ábyrgd fylgdi við tí. Hesaferð havi eg uppliva tað eisini, men enn meira. Man kann siga, at eg havi havt meira eina kenslu av angist, sum nústaðni nú byrjar at minka eitt sindur. Man gloymir virkuliga hvussu hørð tann fyrsta tíðin er, tá ið man kemur heim við hesum lítla lekkra gullklumpinum.

Eg havi fleiri ferðir fingið spurningin: ”Er hann nemmur?” Eg haldi, at tað virkar sum nakað man bara spyr, fyri at fáa samrøðuna í gongd. Eitt sindur sum, tá ið man í Onglandi møtir einum persóni, og so spyr hann ”you alright?” Tá er ikki meiningin, at man skal fara og fortelja viðkomandi hvussu man veruliga hevur tað, og deila allar sínar kenslur og trupulleikar. Man svarar bara ”Yeah, and you?” Ella á føroyskum kann man siga ”nú, hvussu gongur” og so svarar man ”tað gongur væl”. So tá ið fólk spyrja ”er hann nemmur” svari eg sjálvandi ja. Men so hugsi eg, eru børn í veruleikanum nakrantíð ”nem”? Og hvat er ”nemt?” Er tað, at hann er frískur, ella boppar væl, ella svevur væl, ella grætur lítið, ella…

Um eg veruliga skuldi svara uppá, um Liam er nemmur, so vildi eg sagt, at tær fyrstu tvær vikurnar var hann als ikki nemmur. Hann vendi um uppá nátt og dag, og eg svav lítið og einki. At missa svøvn má vera tann størsti tortururin sum nakrantíð er. Men var Liam frískur og boppaði hann væl? Ja, tað gekk sum smurt, eins og við hinum báðum børnunum.

Hendan kenslan av angist, sum eg havi følt, kann ofta gera meg ósikra sum mamma. Tí eg hugsi, at eg ikki geri tað gott nokk. Vissi hann ikki svevur nóg nógv, ella ikki etur nóg væl, so vendi eg tí inneftir, og hugsi, at tað er okkurt sum eg geri galið. Eg kann bara beskriva hetta sum ein innara ”mammu intuitión”. Hetta, at man vil bara tað allarbesta fyri sítt barn, og man vil bara fyri alt í verðini ikki ”faila” sum mamma. Tað fyrstu tíðina er man eisini fullur í hormonum, sum gera at man er sera kensluborin, og man følir seg mangan eitt sindur við síðuna av sær sjálvum.

Liam hevur sovið væl um náttina, men ikki so væl um dagin tær seinastu vikurnar. Og eg fór fyri einum mánaða síðani, sum eitt býtt, at googla og lesa meg fram til svøvn skemu hjá børnum. Av tí, at eg var so ósikkur, kláraði eg slett ikki at solda frá, og tók øll hesi soviskemuini til mín. Tað gjørdi tað bara nógv verri. Tí so fór eg at samanbera svøvnin hjá Liam við skemu, og tað passadi bara slett ikki saman. Tað gjørdi meg enn meira fylta við angist, og eg bara bekymraði meg. Inntil eg setti meg at hyggja eftir einari youtube mammu, sum deildi ta dagligu rutinuna hjá tveir mánaðar gomlu dóttrini. Tann gentan svav líka lítið sum Liam. Og so sá eg eitt annað video, har ein onnur mamma greiddi frá einari aðrari rutinu, sum ikki líktist hinari, og so víðari til eina aðra mammu, og eina aðra.

Og eg bleiv mint aftur á tað, sum eg longu veit. Man kann ikki meta sítt baby eftir einum skema. Og so slett ikki, tá ið tað er tveir mánaðir gamalt. Børn eru so ymisk, og sjálvt um man viðmælir so og so nógvar svøvntímar, so varierar tað ógvuliga nógv frá barni til barn. Aftaná eg sá hesar mammurnar hava so nógvar ymiskar rutinur við sínum børnum, fóru 1000 kilo av herdunum hjá mær. Og eg fái nú slappa eitt sindur meira av, og bara taka tað sum tað kemur. Tað dugdi eg nógv betri við hinum báðum børnunum. Eg havi mint meg sjálvan á at fylgja rútmuni hjá Liam, at lurta eftir hansara signalum um troyttheit osv. Og tað er tað, sum riggar. Tá føli eg eisini, at mítt band við hann verður sterkari, og vit eru í einum góðum flowi.

Eg hugdi eftir einum so fittum filmi í gjár, sum eitur ”about time.” Hann hevur ein so góðan boðskap um at veruliga njóta løtuna, sum ein er í. At duga at síggja allar detaljurnar í degnum. Filmurin snýr seg um ein mann, sum kann fara aftur í tíðina. Allir mennirnir í hansara familju kunnu tað, og pápi hansara gevur honum eitt gott ráð. Hann sigur við hann at hann skal liva hvønn dag tvær ferðir. Tað fyrstu ferðina við øllum bekymringum og ”tensions”, sum steðga honum í at síggja, at verðin faktiskt er eitt deiligt stað. Og so næstu ferð, at leggja merki til tað. So á endanum av degnum, kann man veruliga siga, at man hevur havt ein góðan dag.

Eg helt, at hendan scenan í filminum, har man sær hann liva dagin hjá sær tvær ferðir, og hvussu stóran mun tað kann gera, at bara leggja til merkis til tey lítlu góðu løturnar, sum gera lívið serligt. Hetta er akkurát tað, sum verður mítt mál frá nú av. Ístaðin fyri at lata dagin drukna í suffum og bekymringum, so vil eg njóta núðið, og tær lítlu serligu løturnar. At kunna flenna eftir teimum býttu og strævnu tingunum. Og at sjálvt um tað kann vera hart, so er altíð ein lítil glotti, sum kann gera tað nemmari. Og faktiskt, so havi eg altíð duga tað. At steðga upp, og síggja eitt vakurt træ, fuglasang, góðan tónleik, ljósareyða luft, tá ið sólin fer niður, stjørnuhimmalin, børnini, tá ið tey flenna, eg og Ólavur, tá ið vit sita og hava eina djúpa samrøðu. Tá ið eg livi av at bekymra meg, kann eg ógvuliga lætt drukna í tí, tá ið eg havi ein nýføðing, og tvey onnur børn at taka mær av. So nú háli eg meg upp aftur. Og eg uppmuntri teg til at gera tað sama, um tú ert ein bekymrari sum eg, óansæð hvar í lívinum tú ert.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s