Slappa bara heilt av við matpakkanum

Eg stóð og smurdi matpakkan hjá børnunum nú eitt kvøldið. Eg smurdi breyðini, og so sum vanligt hugsaði eg, at okkurt serligt aftrat skuldi í. Kanska eitt petti av gularót ella súrepli. Ella sjálvandi ein fruktstong, tí tað keypi eg hvørja ferð tað er uppá tilboð. Eini fimm, seks pakkar.

Men so hugsaði eg. Also, vissi eg hevði havt børnini heima, og áðrenn tey fóru á stovn, gav eg teimum tvey breyðstykkir umleið kl 11.30. Og tað var tað. Onki eyka, einki skorið út í hjørtur, og ikki tað mest spennandi páleggið. Libostei og agurk. Á bæði breyðini. Men tað er tað tey vilja hava. Tað eta tey. Tað mettar væl, og tað gagnast væl. Hví má tað okkurt eyka í matpakkan aftrat breyði? Ikki tí, onkuntíð tími eg væl, at gera okkurt eyka burtur úr. Men tað er veruliga ikki neyðugt. Tað er eingin KRISA, um tey bara fáa libostei í matpakkan, og einki annað. Tey tíma allarhelst væl at eta matpakkan, sjálvt um tey ikki fáa agurkir skornar í hjørtu.

Eg sá, at onkur matvøruhandil hevði givið eitt eyka blað út, har man kundi síggja uppskot til matpakkar. Har var mangt og hvat í, og eg blaðaði líka ígjøgnum tað, og so koyrdi eg tað í skrell. Har skuldi man bæði baka, og mosa, og blanda ymiskt. Brotbreyð, og dressingar o.s.fr. Nei, nei. Takið tað bara heilt róligt. Eingin grund til panikk. Einki problem um matpakkin ikki samsvarar við eina gourmet, 4 rættars menu. Tankin er góður, og kanska man kann gera okkurt eyka burtur úr, um man hevur hug. Og hugsa um ikki ov høgt sukur innihald o.s.fr. Men poengið er, at børnini blíva mett og væl sett, so tey kunnu konsentrera seg um skúlagongdina, og hava orku til at spæla. Sum ein lærara segði so gott í einum video, sum eg sá nú ein dagin á facebook:

”Skole handler om læring, matpakken handler om næring”.

So einkult er tað. So tit foreldur, sum ikki hava gjørt børnunum eina gourmet máltíð í matpakkan við stjørnuformaðum argukum, slappið bara heilt av. Alt er í ordan.

P.s. Hava tit nakrantíð sæð sendingina hjá Mette Blomsterberg, har hon ger matpakkar? Haha, vissi tit tora, so vil eg viðmæla tykkum at hyggja. Men áðrenn tað, so leggi eg eitt link her til eitt blogg innlegg um hennara matpakka sendingar, sum eg helt var so stuttligt!

https://babyinstituttet.dk/mette-blomsterberg-folte-mig-som-darlig-mor

 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s