Date Night!

Eg og Ólavur høvdu 12 ára brúdleypsdag tann 20 mei, og vit avgjørdu at fara út at eta. Tað gera vit ikki ofta.

Lívið er í sesongum. Eisini ektaskapið. Og hendan sesongin er fylt við blæðuskifting, matpakkasmyrjing, og sum heild alt tað húsliga rokið, sum kemur við at man blívur fleiri í húsi.

Tá ið bæði eg og Ólavur hava nógv at gera, kunnu vit til tíðir føla okkum langt burtur frá hvørjum øðrum. Tá plagar ein av okkum at gera vart við tað, við einum lítlum ”eg sakni teg” suffi. Tí sjálvt um vit síggjast hvønn dag, er tað ógvuliga lætt at gloyma okkara forhold í øllum dagligdagsresinum. Dagarnir ganga skjótt, og vikuskiftini enn skjótari. Virkar tað sum. Ella eru vit bara for lítið til staðar. Vit elska at hyggja eftir filmum. So tað fer tíðin ofta við, tá ið børnini eru farin í song, og vit bæði vilja hugna okkum.

34342530_10156479426809468_6949426147725672448_n

Eg minnist, at eg hevði eina samrøðu við onkran um børnini og lívið sum heild, og eg segði okkurt um, at bara børnini eru glað, so eri eg glað. Tað er sjálvandi rætt, men viðkomandi vísti eisini á, at tað er týdningarmikið at mamma og babba eisini eru glað. Á ja, tað hugsaði eg faktiskt slett ikki um. Ikki tá í hvørt fall. Eg plagi annars at vera nokk so góð til at fornemma, tá ið eg og Ólavur hava brúk fyri eitt sindur av quality time. Men tað er ótrúliga lætt, at einans brúka alla orkuna uppá børnini.

Mangan eru vit móð, og hava ikki orku til at minnast hvønn annan. Men veruleikin er, at okkara ektaskap hevur tørv á viðlíkahaldi og investering. Og oftast er hetta eitt bevíst val, vit mugu taka- at røkta okkara ektaskap. At ansa eftir, at ikki ov nógv ókrút kemur í havan, sum vit byggja. Løturnar saman geva okkum møguleika at taka ókrútið upp, at koyra nýggj fræ í moldina, og væta tað sum longu veksur.

34387946_10156479429034468_2204715938350104576_n

Man nýtist ikki at gera so nógv hóvasták burtur úr, fyri at hava kvalitetstíð saman, ella eina date night, sum man eisini kann kalla tað. Ofta hava vit ikki yvirskot av pengum, og ei heldur altíð møguleika við barnagentu, men tá ber væl til, at hava eina ’date night’ heima. Man velur at hava eitt tól frítt kvøld, og setur seg niður við einum drekkamunni og prátar. Ella spælir eitt spæl. Man kann gera ein lekkran døgurða við stearin ljósi og hugnaligum tónleiki afturvið, og lata seg fínt í. Harvið kann man spæla, at man er farin út at eta. Endaleysir møguleikar.

Hetta kvøldið, okkara brúdleypsdag hugnaðu vit okkum ordiliga, og tað føldist sum um at ein nýggjur, frískur vindur var blástur í okkara forhold. Eg hugsaði veruliga um hvussu lítið skuldi til, fyri at vit føldu okkum sum eitt aftur. Vit høvdu røkta okkara hava eina lítla løtu, og vit vóru bæði nøgd.

Vit eru øll ymisk, og eitt date night hjá mær nýtist ikki at vera tað sama fyri teg. Men poengið er at steðga upp og minnast til at røkta ektaskapið, at virðismeta hetta fantastiska, sum er, at tvey koma saman, sum velja at deila sína tilveru alt lívið, deila sínar veikleikar og styrkir. Poengið er, at liva bevíst saman, so at tá ið man merkir at frástøðan er ov stór, setur man tíð av til røkt.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s