Tað er ok at siga orsaka við tíni børn

 

Kenna tit til hasar løturnar, tá ið tit vera pressaði út á eggjuna? Tað er bara nakað, sum slær klikk, og man hugsar bara. Nú er nokk. Eg klári ikki meira av hesum.

Soleiðis byrjaði tað nú ein dagin hjá mær. Eg var móð aftaná eina langa viku, og hevði eitt sindur at hugsa um, stúranir osv. Sum einki høvdu við mín mann ella míni børn at gera. Men eg haldi at eg vaknaði við tí skeiva beininum úr songini tann morgunin. Vit vóru farin forholdsvís seint í song kvøldið áðrenn, eg hevði verið úti alt kvøldið, og hevði sum heild bara brúk fyri vikuskifti, og hevði fingið nakað at vera frustrera um tað kvøldið. Ná, eg svav eitt sindur longri enn vanligt, tí tað var leygarmorgun (sum faktiskt slett ikki er so lekkurt. Eg eri als ikki eitt morgunmenniskja, men eg fyritrekki faktiskt at fara tíðliga upp um morgunin. Tað er akkurát sum um at dagurin byrjar betri, onkursvegna). Eg kom upp, og okkurt var bara off. Tann frustratiónin, sum eg hevði fingið kvøldið áðrenn, var enn har, og fylti bara alt.

Ólavur fór líka út at keypa rundstykkir, sum var so deiligt. Men so skjótt sum Ólavur fer út, byrja børnini at klandrast. Eg veit ikki heilt hvat tað er, men tað virkar sum um, at børnini hava ein knøtt inni í høvdinum sum sigur, at tey skulu klandrast, tá ið tey eru einsamøll við mammu. Tey høvdu verið einglar allan morgunin, men akkurát nú, tá ið eg var komin upp, og babba var farin út, byrjaðu tey at klandrast. Ok, hugsaði eg, tak tað bara heilt róligt. Tú ert móð, men tú klárar at ”keep yourself together”. Ignorera tað bara, tey klára tað sjálvi. Bíða bara, um eina lítla løtu steðga tey, og so er tað yvirstaðið fyri í dag. Vit fara øll at hugna okkum, hava vikuskifti, ordiliga kobla úr. Og blablabla.

 

Tað riggaði ikki. Mín positiva sjálvsuppmuntring fór beint í vaskið, tí nakrar minuttir aftaná, og restina av fyrrapartinum var tað bara eitt fyri og annað eftir. Eg gekk og irriteraðist og skeldaði, rópti ikki allíkavæl, men eg kom bara ikki omaná. Aftaná allan fyrrapartin við tí, fekk eg eitt lítið flipp. Og áðrenn tað eskaleraði til eitt full on crazy woman, segði eg bara eitt sindur kontant: ”eg má hava pausu nú. Eg fari inn í kamari, og vil gjarna hava frið eina løtu.”

Tíbetur havi eg ein mann, sum tekur yvir, tá ið eg havi brúk fyri me time. Hann tók børnini, lat tey í, og so fóru tey at spæla eina løtu.

Eg lat mína frustratión yvir nakað heilt annað ganga útyvir míni børn. Tá ið eg ikki havi yvirskot sjálv, havi eg ikki yvirskot til míni børn. Hetta var ein av mongu løtunum, har eg bleiv pressa so langt, at eg var um at kóka yvir. Og mangan havi eg kóka yvir, men eg var faktiskt nokk so glað fyri, at eg kláraði at líka flyta meg sjálvan úr støðuni. Tí tað er ofta tað sum skal til. Ofta er tað ikki børnini, sum eru so forbiðið strævin. Ofta er tað bara eg sum mangli yvirskot. Havi ein strævnan dag. Eitt ella annað hendir, sum bara drenar meg. Soleiðis er lívið. Tað kann man ikki koma uttanum.

Tað, sum eg næstan altíð upplivi, tá ið eg havi flippa út, er skuldarkensla. Eg havi kanska sagt okkurt, ella skelda for illa, og eg veit, at tað var ikki rætt. Tað er so lætt at føla seg sum verðins ringastu mammu. Men tað hjálpir eisini at vita, at man ikki er einsamallur. At onnur foreldur uppliva tað sama. Og man verður eisini noyddur til at innsíggja, at man ikki er perfekt sum foreldur.

Og eitt, sum eg eisini havi lært. Tað er ok at siga orsaka við míni børn. Eg haldi tað er gott at læra børnini, at mamma og babba eisini gera feilir.

So tá ið eg var liguð við eina pausu inni á kamarinum, fór eg út aftur, og segði orsaka við børnini. Eli skilir ikki tað so væl, men Olivia klemmaði meg og segði: ”tað er ok, mamma”. Eg haldi tað er deiligt at vita, at barnið eisini kann fortelja tær at tað er ok. Og at man kann hava eina góða klemmu løtu.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s