At fylla í bikarið hjá barni tínum

Við Oliviu høvdu vit altíð eina nokk so fasta seingjarrutinu. Inn á vesið at skifta blæu, lata í náttklæðir og busta tenn. So í songina at lesa søgu ella syngja. Og so fóru vit út frá henni, og hon legði seg at sova sjálv. Hetta hava vit megna við Eli eisini, tó eru søgurnar og sangurin ikki hvørt kvøld.

Tað eina kvøldið, tá ið eg legði Eli, fekk eg eina ábending um, at eg manglaði at ”fylla í hansara bikar”. Hetta kalla vit tað í okkara húski, tá ið ein av okkum hevur tørv á eyka umsorgan, tíð ella uppmerksemi. Eli vildi ikki, at eg skuldi fara út frá honum, og vildi klemmast ordiliga nógv.

Eg arbeiði frá 11 til 17.30 hvønn dag, og sjálvt um eg møti seint, fer morgunin ofta til at gera seg og børnini klár, rudda eitt sindur, smyrja matpakkar(um teir ikki eru smurdir kvøldið fyri) og avlevera børnini áðrenn kl 10.30, tí tá skulu tey vera á stovni. So eg føli ongantíð, at eg havi nakra serliga quality time við mínum børnum um morgunin. Ólavur er liðugur at arbeiða kl 16, so heintar hann børnini, og sum oftast eru tey heima umleið 16.30, so hevur hann ein góðan tíma at rudda og byrja uppá døgurðan, áðrenn tey heinta meg kl 18.30.

Børnini fara sum oftast í song umleið kl 19, tí tey sita ofta sjálvi í songini um kvøldið og hyggja í bøkur ella spæla við bamsur og bilar. So tey sovna umleið kl. 20. So vit hava umleið hálvan annan tíma, til eitt sindur av quality time saman. Tá fylla vit ofta í bikarið hjá børnunum. Onkuntíð hevur Ólavur brúkt tíð saman við teimum, spælt ella roksa, áðrenn eg komi heim, so tey eru fylt upp.

Men tann dagin strekti tíðin ikki ordiliga til. So tá ið Eli vildi klemmast, kundi eg hugsa- nei, eg orki ikki, eg vil sleppa at rudda eitt sindur, ella eg vil seta meg á sofuna og slappa av aftaná ein strævnan dag, o.s.fr. Men eg avgjørdi at fullstendiga vera í núðinum, og setti meg við honum og bara klemmaði, og segði við hann, at eg elskaði hann, og hvussu deiligur hann var. Eg ordiliga nýtti tað, og kom at hugsa um tá ið hann var baby, og eg gav bróst, og hann sovnaði hjá mær. Og hvussu stórur hann var blivin nú, og hvussu lekkurt tað var, at hann bara legði sítt høvd á meg, og bara tók til sín av øllum kærleikanum, sum eg gav honum.

Hann fekk alvorliga fylt sítt bikar upp. Og tað var so sára einkult, og tók faktiskt bara eini 10 minuttir. So legði eg hann niður, og hann var fullstendiga róligur, og legði seg at sova beinanvegin.

Eg havi lagt merki til, at børnini eru nógv meira orólig, og hava nógv verri við at lurta og akta, tá ið tey ikki fáa sítt bikar fylt upp. Tað kann vera uppá ymsar mátar. Antin við at brúka tíð saman við teimum til at spæla, og tá ið tey eru størri, at práta við tey um teirra dag. Ella oysa út av umsorgan, sum at klemma og úttrykkja í orðum hvussu góður man er við tey, hvussu stoltur man er av teimum o.s.fr.

Ógvuliga ofta, tá ið míni børn eru órólig og óstýrilig, kann eg beinanvegin venda tí, við at seta meg niður og brúka tíð saman við teimum. Slær ikki feil. Sjálvandi hendir tað eisini at eg byrji bara at skelda, tí mítt egna bikar manglar at fyllast upp, men tað er so gott at hava við sær í bakhøvdinum, at vera bevístur um at fylla í bikarið hjá børnunum, makanum, og eisini, um eins egna bikar er fylt upp. Tí tá blívur dagligdagurin so nógv lættari.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s