Jólastress

Í morgun var eg um at avlýsa jólini. Alt bleiv bara for nógv. Snedugt, allíkavæl, tí tað er ikki so fryktliga nógv á skránni. Men eg haldi, at tilsamans blívur tað nógv. Arbeiði, og at finna barnagentu, ella hava børnini við til arbeiðis, tí verkfall er. Jólagávur skulu keypast. Og hvat skal man keypa?! Keypast skal inn til jólaaftan, og restina av jóladøgunum til gestirnir, sum man hevur bjóða. Jólapynt skal upp. Jólatræ skal keypast. Og so eru tað øll tiltøk og jólahald ígjøgnum December mánaða, sum man má fara til.

Eli hevði febur í nátt, og svav í mínari song. Eg bleiv við at vakna av tí sama, tí hann vendi og dreygaði sær alla náttina. Tíbetur svóvu vit leingi í morgun, so bæði eg og Eli vóru væl fyri, tá ið vit vaknaðu. Men av tí at vit vaknaðu so seint, mátti eg skunda mær eitt sindur. Tað var bara super rokaligt, og eg avleveraði Eli hjá mammu, áðrenn eg skundaði mær til arbeiðis. Tá ið eg setti meg inn í bilin, føldist tað, sum um alt bara boblaði innaní. Tað kom ein slags pannikkur í meg. Eg andaði djúpt nakrar ferðirnar, og so fór eg avstað.

Eg havi altíð elska jól. Og eg havi altíð verið góð til at hugna um, og ordiliga njóta tað. Onkuntíð hevur verið hektiskt, men eg havi altíð givið mær stundir til at taka tað róligt.

Eg haldi, at hesi jólini hava verið torførari á onkran hátt. Eg havi havt meira at gjørt gjøgnum veturin, og tí havi eg ikki havt eins góðar stundir til at taka mær av mínum heimi. Og fyri meg er heimið basan. Har skal vera ordan í, tí har vil eg lada upp. Og so er tað ymiskt, sum eg ikki nái at gera, sum bara liggur og bíðar. So í morgun haldi eg bara at alt krassjaði. Panikkur, stúran og angist.

Um tú følir teg eitt sindur stressaðan um jólini, so ert tú ikki einsamøll. Serliga um man er kvinna. Sum kvinna hevur man ofta hug at taka á seg alla ábyrgdina rundan um jólini, um tað er jólagávur, matgerð, reingerð, pynting, at skipa familju døgurðar o.s.fr. Og tað ger kanska at man verður eyka pressaður um jólini.

So her eru nøkur ting, sum eg havi avgjørt at royna, fyri at fáa eini rólig og hugnalig jól.

At sleppa tí, sum eg ikki havi kontrol á –

Nøkur ting kann man stýra sjálvur, og onnur kann man ikki. Til dømis má eg til arbeiðis. Tað er einki at gera við. Og vanliga havi eg altíð notið at fara til arbeiðis um jólini, tí tað er so hugnaligt. Tá ið verkfallið bleiv lýst, bleiv knúturin í búkinum bara tað størri. Omaná tað heila rokið, skal man nú eisini hava børnini við til arbeiðis. Men veitst hvat? – tað kann eg ikki gera nakað við. Eg kann ikki stýra tí, og tað má eg bara lata fara. Eingin orsøk til óneyðuga stúran har. At læra at góðtaka tað, sum man ikki hevur kontrol á, kann minka munandi um stress.

At koyra ”burdi” burtur

Eg ”burdi” baka smákøkur. Eg ”burdi” tikið jólamyndir. Eg ”burdi” gjørt dit og dat. Tíðin strekkir ikki altíð til. Og eg bleiv í gjár liðug við at hanga jólapynt upp. Tað er eitt deiligt danskt orð, sum sigur tað so væl: Pyt!

At anda djúpt og røra meg

Kroppurin forbindir stress við skjótan og yvirfladiskan andadrátt. So tað ræður um at anda djúpt niður í lunguni og búkin fleiri ferðir um dagin. Eg royni at fáa mær fríska luft og ganga til arbeiðis, so nógv sum til ber.

Vera nærverandi

Eg taki ein dag í senn. Eg hugsi ikki fleiri dagar fram, uttan tá ið eg skal planleggja. Og tað verður alt skrivað niður, og síðani goymt burtur til tá ið eg skal brúka tað aftur. So eg royni at vera í núðinum, vera nærverandi við mínum børnum, og til arbeiðis, og hava perspektiv. Tað er ok, um eg ikki havi støvsúgva, tað er ok, um eg mangli onkra jólagávu enn. Tað er ok, um mínar smákøkur, sum eg endiliga tók meg saman til at baka, kiksaðu fullstendiga (note to self: undir stressi, ongantíð vel eina uppskrift, sum tú ikki hevur roynt fyrr).

Nakrir dagar eru eftir til jólaaftan, og enn ber til, at ordiliga koma í jólahýr, og njóta restina av tíðini, óansæð hvussu nógv er á skránni. Tí jólini eiga at vera rólig og hugnalig. Man eigur at girða niður, heldur enn at girða upp. Eitt sindur av roki hoyrir til, men ikki so nógv, at tað koppar einum.

Eg datt um eitt video frá jólum, tá ið Olivia var eini 2 ára gomul. Og tað lýsir bara hugnan sooo væl! Tónleikur, ljósketur, vit sita og slappa av. Kavi uttanfyri. Og vit eru saman sum familja. Tað er akkurát tað jólini snúgva seg um!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s