Hendan tíðin fær meg at hugsa um pápa mín, og hvat eg havi lært av at missa hann.

Tá ið eg ikki eri uppvaksin við einum pápa, er tað nakað heilt serligt fyri meg at síggja míni børn við teirra pápa. Serliga tá ið tey hava teirra quality time, sum at spæla, beistast, lesa søgu, ella bara chilla á sofuni. Olivia, sum nú er 5 ár, hevur altíð verið ein babbasa genta, og eg eri so takksom fyri, at hon hevur ein góðan pápa. Og tað fær meg ofta at hugsa um mín egna pápa, serliga um hesa tíðina, tá ið familjan og jólahugnin fyllur nógv. Og serliga tí, at tað var um heysti, at hann doyði, og hansara føðingardagur, eins og mín, er í november. Samstundis sum at sonur mín, Eli, sum er uppkallaður eftir abba sínum, eisini fyllur i november. Alt líkasum fellur saman um hesa tíðina. Og tær seinastu vikurnar havi eg hugsað um, og longst nógv eftir, babba.

2016-11-15 15.18.07

Hann doyði tann 14 oktober fyri 26 árum síðani. 26 ár! Onkuntíð virkar tað, sum um tað var í gjár, at hann fór. Tíðin lekir øll sár, sigur man, og tað kann eg bara staðfesta. Men sárið lekist ongantíð. Tað fer altíð at vera har. Tað er akkurát sum ein sekkur av sandi, sum man berur við sær altíð. Onkuntíð er hann lættur og onkuntíð er hann tyngri. Sum árini ganga blívur hann lættari og lættari. Men hann fer altíð at vera har. Tann erfaringin fer altíð at vera har. Tann hendingin hevur sett sítt spor. Og man er ongantíð tann sami aftur.

Eg var so lítil, tá ið babba doyði, bert 6 ár. Eg skilti tað slett ikki. Eg græt ikki, og eg minnist at dagin aftaná fór eg yvir til eina vinkonu at spæla, sum um at einki var hent.

Mín sorg hevur altíð verið í loyndum. Tí tað var ikki fyrr enn ein long tíð var farin, at eg knappliga byrjaði at skilja, at babba ongantíð kom aftur. Og tá fór eg at syrgja. Innaní. Eg var ongantíð ein persónur, sum vildi vísa mínar kenslur. Heilt frá tí eg var lítil. Men at skilja og syrgja sum barn er jú heilt øðrvísi, enn tá ið man blívur vaksin. So tá ið eg var komin yvir teenagara árini, tók sorgin ein annan form. Og hon bleiv størri, og meira opin. Tá kann man siga, at eg ordiliga gav mær loyvi til at syrgja. Ikki fyrr enn 14 ár vóru liðin, síðani babba doyði. Tað virkar ordiliga leingi, men sorgin er jú nakað, sum kemur og fer.

Sjálvt um eg bert var 6 ár, tá ið babba doyði, ger tað ikki sorgina minni. Longsulin er eins stórur. Og kanska enn meira, tí eg havi so fá minnir um hann. Eg minnist okkurt, og so havi eg fingið nógv greitt frá um hann eisini. Tað eri eg glað fyri.

Fyri tíggju árum síðani hevði eg ikki kunnað sagt, at eg hevði lært nakað av at missa pápa mín. Og tíbetur havi eg heldur ikki upplivað, at nakar annar hevur spurt meg um tað. Tí tað tók so langa tíð at arbeiða við mínari sorg.

Tað var sum um eg skuldi ganga yvir um eina stóra á, og nú eri eg komin hinumegin. Eg havi eitt annað perspektiv. Eg eri omaná støðuni, ístaðin fyri at vera mitt í støðuni. Einki er gloymt ella farið, og sorgin er har enn, men hon sær øðrvísi út. Og eftir øll hesu mongu árini, kann eg siga, at deyðin hevur lært meg nakað.

Nøkur lítil ting eru, sum eg eri bevíst um í dagligdegnum. Til dømis var babba altíð tann, sum tók myndirnar í familjuni, so av tí sama eru ikki nógvar myndir av honum, tá ið vit eru saman sum familja. So eg syrgi altíð fyri, at bæði eg og Ólavur skulu vera líka nógv á myndum. Babba skrivaði eisini í barnaalbummini hjá mær og systkjunum hjá mær. Tað hevur havt stóran týdning fyri meg at havt nakað, sum hann gav eftir sær. Og tí geri eg eisini barnaalbum til míni børn, sum eg so skrivi í. Babba skrivaði nógvar sangir, og gjørdi jólaband, og aðrar upptøkur, har hann syngur á. Tað havi eg eisini verið sera glað fyri at átt.

2017-04-08 18.12.29

Tí hugsi eg eisini- Hvat lati eg eftir mær, tá ið eg fari herfrá? Og eg hugsi ikki akkurát um at blíva verðinskend, ella at eg skal uppfinna okkurt, ella standa í søgubókunum. Men at eg standi í ”søgubókunum” hjá teimum, sum standa mær nær. At tey lítlu tingini í dagligdegnum gera ein mun. At eg eri bevíst um hvussu eg livi mítt lív, og hvussu mítt forhold er við míni medmenniskju.

Eitt, sum hevur ógvuliga nógv at siga fyri meg, og sum broytir ótrúliga nógv, um ein lærir seg ordiliga at nýta tað, er takksemi. Eg má viðganga, at onkuntíð detti eg í eina fellu, har eg eri alt ov skjót at gloyma hvussu heppin eg eri. Og tá minni eg meg sjálva á at vera takksom. Tað ljóðar so einfalt, men tað er tað faktiskt slett ikki. Tí tað er sera lætt at missa seg sjálvan burtur í dagligdegnum, sum ofta kann vera nokk so rokuttur. Men í takksemi liggur ein ótrúliga sterk megi av jaligheit, sum ordiliga kann gjøgnumsúrga øll aspektir av lívinum. Alt verður líkasum sett í perspektiv. Har kann tað andaliga perspektivi eisini hjálpa.

Tá ið eg havi merkt deyðan so tætt uppá, hevur tað lært meg at skilja ímillum hvat veruliga hevur nakað at siga, og hvat ikki hevur so nógv at siga. Ymiskar óneyðugar stúranir hava knappliga einki at siga, tá ið eg minni meg sjálva á, at lívið er nú, og at eg ikki avgerði sjálv hvussu leingi eg eigi tað. Tað, at babba fór frá einum deg til ein annan, uttan nakra ávaring, fær meg at hugsa um hvussu skjótt man faktiskt kann fara herfrá. Og tá síggi eg verðina útfrá nøkrum heilt øðrum brillum.

At missa hevur lært meg nakað um empati og mítt egna kenslulív. Eg haldi, at eg havi altíð verið nokk so empatisk, men har hevur deyðin eisini sett síni spor. Tí eg megni nógv betri at skilja onnur, tá ið eg sjálv havi verið í krisu. Eg klári eisini betri at bera yvir við, at skilja, og ikki vera ov skjót at fordøma ella seta í bás. At gjøgnumarbeiða eina sorg, ger at man kemur at kenna seg sjálvan ógvuliga væl. Og man blívur meira opin, og ikki so óttafullur um kenslurnar hjá øðrum. Og man blívur heldur ikki ótafullur um sínar egnu kenslur. Eg eri komin at kenna mínar egnu grensur, hvussu langt eg røkki til og ikki. Og eg havi lært, at tað er ok, at ikki vera ok. Tað at syrgja, og vera keddur innímillum er púrasta normalt. Og at vera opin um tað, sum ein stríðist við, er eisini normalt.

Eg trúgvi, at babba, er rundan um meg, og sær meg, og mína familju, og á tann hátt er hann ein partur av øllum. Og tað gevur mær eitt ynski um at hava eina góða balansu ímillum at syrgja, og at fara víðari í lívinum. Eg minnist babba, sum hann var, og eg royni at hugsa um, hvat hann hevði ynskt at sæð fyri mítt lív. Og hvussu hann livdi sítt lív. Hann elskaði tónleik, fótbólt og var sum heild eitt menniskja, sum livdi sítt lív fult út. Eg kenni eisini meg sjálva aftur, tá ið eg hugsi um, ella fái greitt frá, um hvussu hann var. Og tað gevur mær nakað, tí eg verið rótfest í mínum identiteti, sum eg jú misti ein part av, tá ið eg misti babba. Eisini er tað gott at vita, at hann ikki var perfekt, so tað ikki verður ein fullkomin glansmynd, eg havi av honum, bara tí hann ikki er her.

Hesi jólini vóni eg, at eg kann læra enn meira um takksemi, og at liva mítt lív her og nú. Tað vóni eg eisini fyri teg.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s