Heyst Yndisting 2017

Nú tá ið heystið er ordiliga byrjað, vildi eg til stuttleikar at gera eitt lítið innslag við mínum heyst yndistingum. Her eru tey:

TineKhome luktiljós

IMG_0498

Tað fyrsta av mínum yndistingum, sum hóskar seg ógvuliga væl í hesi myrku og køldu tíðini, er luktiljós. Eg havi ongantíð fyrr hugsað nakað serligt um luktiljós. Møguliga tí at tey sum eg havi keypt fyrr, hava verið so vánalig, og ikki lukta serliga væl. Men nú havi eg roynt luktiljósini frá TineKhome, og tey hava ein ordiliga góðan lukt. Akkurát hetta ljósið er nokk so milt, at tað ikki yvirfloymir alt rúmið. Eg tendri ljósini, tá ið eg komi heim frá arbeiði, og tey geva mær eina uppfrískan, sum eg ordiliga havi brúk fyri. So lekkurt!

TineKhome hondsápa

IMG_0497

Hendan sápan er barasta so lekkur, og hevur ein frískan lavendel lukt, sum mær dámar so væl. Ein svartur og hvítur dunkur, sum riggar ordiliga væl inn í wcið hjá mær, tí eg havi svart vinyl gólv og hvítar veggir.

Sofie Schnoor Vatnfløska

IMG_0499

Eg elski vatn. Og eg elski at fáa nokk av tí. Síðani eg havi verið við barn, og eri vorðin hovin, havi eg altíð hugsað nógv um at drekka nokk av vatni. Og tann besti hátturin fyri meg, er at drekka tað úr fløsku, tí so veit eg altíð hvussu nógv eg fái, ístaðin fyri at telja gløs. Hendan fløskan er absolut eitt heyst yndlings hjá mær, tí hon er so vøkur og innbjóðandi.

Stearinljós við battarí

images-4

Saman við luktiljósi, havi eg eisini fingið eina aðra dillu: ljós við battarí. Haldi tað er simpulthen so genialt, og havi higartil keypt mær tvey miðallang at stilla í tveir stakar.

Body shop krem/maska

IMG_0517

Tá ið tað blívur kaldari merki eg tað beinanvegin á mínari húð. Hon blívur turrari, og tá havi eg ofta brúk fyri einum góðum andlitskremi. Hetta aloe kremið blívi eg við at fara aftur til. Tað er ikki for tjúkt, men gevur eina deiliga fukt til andlitið, og tað er deiligt. Maskan er eitt sindur tjúkkri í tí, men fuktar so væl, og er akkurát perfekt til mín at koyra á tríggjar ferðir um vikuna, áðrenn eg fari í song. Gevur mínari andlitshúð eina deiliga bleyta kenslu.

 Munthe troyggjan og six ames kjóli

                21688112_10155770386124468_8571904816892013444_o   IMG_0520
Nú kemur kuldin, og tað er so lekkurt at kunna balla seg í eina deiliga heita troyggju. Eg eri so glað fyri mína Munthe troyggju, sum eg faktiskt hava arva frá mammu míni. Hon hevur ein frískan lit, og so er hon deiliga bleyt.

Mín kjóli við blomstrum frá Six Ames, er bara perfektur. Eg eri eitt sindur yvirvektig, og at passa klæðir er bara ikki nakað, sum eg haldi er stuttligt longur. Og at finna klæðir til mín form, er heldur ikki lætt. So tá ið eg fór í hendan kjólan væntaði eg ikki at passa hann, og var eitt sindur líkaglað við at prøva hann. Men tá ið eg fór í hann bleiv eg so glað. Hann hevur eitt perfekt elastik um hoftina, sum goymir mítt lítla súkkludekk, og situr bara perfekt á mær. So hann er absolut mítt heyst yndlings, og eisini tað lekkrasta plaggi, eg eigi.

Lampan

21687170_10155780506744468_2287639143057795927_o

Hendan lampan er tað lekkrasta dekoratiónstingið eg eigi. Eg keypti hana á loppumarknað fyri lítið og einki, og eg eri so glað fyri at eg keypti hana. Faktiskt so hugsi eg meg altíð væl um, óansæð hvat eg keypi mær at innrætta íbúðina við. Og við hesari lampuni tað sama. Men hon var mín frá fyrstu løtu eg sá hana, tað visti eg. Og hon kundi ikki passa betri inn á mítt lítla stovuhjørn

Sofie Schnoor gummistilvar

IMG_0519

Hesar hevur Olivia fingið til veturin. Teir eru heitir og super smartir. Olivia elskar teir, og eg haldi at tað er so lekkurt, at teir eru fóraðir innaní, so at hon kann halda seg heita í kalda vetrinum, tá ið hon er úti og spælir. Teir glitra, og eru robustir, so teir halda sær væl, og tá ið teir verða skitnir, sæst tað ikki so vælt í tí gráu farvuni, sum jú eisini er deiligt.

Regndrakt

picCat_celavi_rainsuitwfleece_14_26_351171253410_1

Eg haldi tað er simpulthen so genialt at hava eina regndrakt, sum er heil. Einki fer ímillum nakrastaðni, hon er fórað innaní, so man er eisini nóg heitur. Man kann enntá eisini onkuntíð brúka hana ístaðin fyri kavadrakt, um tað ikki er so kalt. Eg havi tó eisini eina kavadrakt til Eli til teir ordiliga kaldu dagarnar við kava.

 Rískeks við myrkari sjokolátu

IMG_0510

Eg royni at hugsa um hvat eg koyri í munnin fyri at vera sunnari, men eg elski okkurt søtt, so hesar rískeksirnar eru mítt absolutta go to, tá ið eg eri lekkursultin. Ein lekkran sjokoláta smakk, akkurát perfekt til at tilfredsstilla eina søta tonn.

 

 

 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s