Eg vildi vera heimagangandi

Í mínum barndómi og ungum árum, havi eg ongantíð hugsa nakað serligt um at blíva gift og fáa børn. Tað var so langt frá mínum hugaheimi, at eg hugsaði heilt seriøst at eg fór at vera single alt mítt lív. Eg plagdi at skemta við mínar vinkonur um, at eg ætlaði at blíva nonna. Perfekt! – hugsaði eg. Eg fór at vera einsamøll, ein tilstandur, sum eg faktiskt altíð havi trívst ógvuliga væl í. Eg hevði míni óskyldiðu tannáringa forelskilsir, men ongantíð ordiliga nakran sjeik. Og tá ið vinkonur tosaðu um at tær gleddu seg at fáa børn, kundi eg slett ikki skilja tær. Tað segði mær púra einki. Eg hevði einki ímóti børnum, og tað var ikki so, at eg slett ikki skuldi hava børn. Eg var bara ikki komin hartil, at eg hevði nakað ynski um tað.

Tá ið eg og Ólavur komu saman, byrjaði eg so spakuliga at fáa eitt ynski um at giftast. Men vit vóru gift í fleiri ár, áðrenn eg fekk hug til at fáa børn. Tað kom bara nokk so knappliga, at nú skuldi tað vera. Ikki tí, eg eri sikkur í, at um eg var blivin við barn áðrenn, hevði eg sikkurt verið glað.

img_0185

Eg hevði lisið sjúkrarøktarfrøði á setrinum í tvey ár, tá ið eg átti Oliviu. Og tá ið hon kom, byrjaði eg ordiliga at mammast. Eg kendi ikki til hesa kensluna. Ein fantastisk, hormonell, og onkuntíð forvirrandi kensla av yvirfloymandi kærleika til hetta barnið, sum eg nú hevði ábyrgd av. Eitt ljós bleiv vakt í mær, eitt mammu ljós, sum eg bara mátti lata skína, og tað fylti alt.

At blíva mamma broytti meg fullstendiga. Mammu bjørnin í mær, sum hevði sovið øll hesi árini tók yvir. Eg fekk eitt ynski, sum eg aldrin í lívinum hevði fyristilla mær at eg fór at ynskja mær.: At blíva heimagangandi mamma. Eg føldi eina so sterka ábyrgd av at taka mær av hesum barni, at eg dugdi slett ikki at síggja logikkin í, at hon skuldi á stovn.

Men eg fylgdi norminum í samfelagnum, og av tí at eg mátti víðari í mínari útbúgving, fór Olivia á stovn, tá ið hon var 15 mánaðar. Hon treivst so ótrúliga væl, so eg var sjálvandi glað. Men samstundis lá hetta ynski innaní um at vera heima við mínum barni. Eg koyrdi tað ynski til síðis, líka inntil eg átti mítt næsta barn trý ár seinni, Eli. Eg var liðug við útbúgvingina, og eg hevði fingið eitt starv. So átti eg, og fór í barsil.

thumb_IMG_0081_1024

Tá byrjaði hetta ynskið at sníkja seg fram aftur. Men eg hevði eitt starv, sum eg gjarna vildi aftur til, og fór aftur til, tá ið barsilin var liðugur. Eli fór ikki í vøggustovu tá, tí eg arbeiddi kvøldvaktir. Men aftaná eina tíð til arbeiðis, visti eg bara, at eg skuldi royna meg sum heimagangandi. Eg segði mítt starv upp, og leyp útí tað.

Men tað var ikki bara lætt, tí eg hugsaði eitt sindur um hvat folk fóru at hugsa, og eg føldi ordiliga at eg fór ímóti einum kvinnufrígerðandi ráki, sjálvt um tað slett ikki var meiningin, og eg føldi meg meira frían enn nakrantíð, at eg sjálv kundi velja hvat eg vildi við mínum barni. At eg ikki føldi meg noyddan út á arbeiðsmarknaðin aftur.

Samstundis var tað eisini torført at føla tað, at eg kanska ikki bidróg við nøkrum, um eg ikki tjenti pening, og enntá hevði eitt minni virði. Fíggjarliga var hetta jú heldur ikki tann nemmasta avgerðin. Hetta vóru alt tankar, sum eg skuldi gera upp við innaní mær sjálvum. Tá ið eg endiliga tók avgerðina, var tað sum um túsund kilo fóru av herðunum, og tað føldist 100% sum tað rætta at gera.

Eg fekk kortini møguleika at arbeiða eitt sindur heimanifrá, og eg fann skjótt útav, at tann orðnigurin var tann besti fyri meg. Tað var eisini tilfredsstillandi at kunna gera okkurt annað enn húsligt arbeiði og at passa Eli.IMG_0716

Eg hevði allatíðina ætlað, at Eli skuldi á stovn. Eg visti bara ikki, um hann skuldi vera tvey ella trý ár, tá ið hann fór á stovn. Vit skrivaðu hann upp longu áðrenn hann bleiv eitt ár, men valdu at bíða. So skrivaðu vit hann aftur upp, tá ið hann var umleið 1 1/2 ár. Eg var ikki klár tá, og helt ikki at Eli var heldur. Men so spakuliga bleiv hann størri, og eg byrjaði at síggja at hann fór at vera klárur í summar.

Eli verður tvey í November, og byrjaði í August í vøggustovu. Hann trívist sera væl nú, sjálvt um innkoyringin tók yvir ein mánaða. Men hann er tryggur nú, og hendan mamman er nøgd. Eg eri ógvuliga glað fyri at eg valdi at hava hann heima heilt inntil nú, og eg angri tað ikki eina løtu. Eg fari ongantíð í mínum lívi at hugsa- á, eg hevði ynskt, at eg koyrdi Eli fyrr á stovn. No way! Tað næsta barnið verður heima í minsta lagi tvey ár. Helst trý 😉 (Og nei, barn nummar trý er ikki á veg enn, hehe)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s