Ljóslampan bjargar mær!

Eg skuldi havt tikið hana fram fyrr. Síðsta januar legði eg merki til tað. Men eg lurtaði ikki eftir mær sjálvari, mínum kroppi , mínum sinni.

Eg keypti mína ljóslampu fyri nógvum árum síðani, tá ið eg legði merki til at eg bleiv tung um veturin. Eg roknaði við, at eg hevði eina lætta vetrardepressión, og avgjørdi tí at keypa mær eina lampu. Hon hjálpti mær virkuliga væl tá, men í fleiri ár eftir tað, hevði eg ikki tørv á henni.

51Vv3Ux7CML._SL1000_
Ljóslampan, sum hevur hjálpt mær

Men so kom Januar 2017.

Eg legði merki til tað hendan veturin at eg byrjaði at blíva tung í høvdinum. Men jólini eru og ymisk onnur tiltøk, sum fara avstað við tíðini, og tí hevur man onnur ting at hava fokus á, enn at vera tungur. Men í januar er alt liðugt, og tá virkar tað sum bert veðrið er eftir, og verður nógv meira sjónligt.

Nú tá ið tann myrka tíðin kemur aftur, ætli eg mær at vera meira bevíst um at taka lampuna fram áðrenn eg byrji at føla meg tunga.

Lampan er ordiliga lítil, blá, og stendur so fitt við síðuna av mínari teldu, meðan eg arbeiði. Eg plagi at hava hana tendraða í umleið hálvan tíma í senn, og tá havi eg fingið tað ljósið, sum eg havi tørv á. Og tá ið tað er grátt, vindur og myrkt úti, er tað deiligt at hava eitt alternativ til sólina. Eg fari at fortseta við at brúka lampuna inntil ljósari tíðir koma aftur. Og inntil tá fari eg at hugna mær við lampum og stearinljósum, meðan eg gleði meg til hugnan, veturin og jólini.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s