Onkuntíð havi eg tørv á einari ”mammu pausu”

Eg havi havt nakrar hektiskar dagar í seinastuni. Bæði eg og maðurin hava havt nógv at gera. Tað er so lætt at halda at man klárar alt, og man vil jú eisini gjarna. Men við tveimum smábørnum, og eitt heim sum skal fungera nøkunlunda, ber tað bara simpulthen ikki til at koyra ‘full speed ahead’. Mitt í øllum rokanum føldi eg bara hvussu tað byrjaði at blíva for nógv, og eg hevði brúk fyri líka at tjekka út.

So kom eg í tankar um eina løtu, sum eg hevði síðsta vetur, sum ordiliga setti sítt merki á meg. (og tað, at eg mintist tað so væl, sigur bara hvussu fáar tílíkar løtur eg egentliga taki mær).

Eg gekk eg heim frá einari kvøldvakt. Veðrið var kalt, men stilt. Klokkan var farin av midnátt. Bilar, sum eg møtti, kundi teljast á einari hond. Einki óljóð, eingin larmur, bara eg og mínir tankar. Og stjørnurnar. Tær fantastisku stjørnur. At hyggja á himmalhválvið, er fyri meg, sum at hoyra tað vakrasta tónleikastykki nakrantíð. Falda við túsund.

stars

Tá ið eg hyggi uppeftir, og síggi allar stjørnurnar, og alt sum er ’har uppi’, føli eg meg meira livandi enn nakrantíð. Tað er sum um, at jørðin er eitt hol, sum eg livi í, og tá ið eg hyggi upp eftir, síggi eg vegin út. Hetta ljóðar kanska løgið, møguliga er hetta ein máti hjá mær, at takla mínir trupulleikar í dagligdegnum, fyri at fáa eitt perspektiv, at síggja, at universið er so ótrúliga stórt, og tá er jørðin bara ein mini prikkur, og eg ein enn minni prikkur. Og so blívur alt bara lættari, uttan at eg skal gera nakað. Bara lyfta høvdið upp og hyggja, og inntaka.

Meðan eg gekk, legði eg merki til hvussu friðarligt tað var at ikki hoyra nakrar bilar, og mínir tankar góvu mær nógv góð minnir frá mínum ungdómsárum, tá ið eg hevði nógvar løtur sum júst hesa.

Hesin gongutúrurin setti seg ordiliga. Eg bleiv ordiliga ’recharged’ av honum. Nýggja orku og nýtt yvirskot. Eg fór at hugsað um, hvussu langt síðani tað var, síðani eg hevði havt eina tílíka løtu fyri meg sjálva í frið og náðum. Eg havi gjørt av at hava fleiri tílíkar løtur fyri meg sjálva framyvir. At prioritera ’mammu pausur’, so at eg havi møguleika at lada upp, og bara vera fyri meg sjálva, uttan nakað órógv. Og síðani koma aftur til mín mann og míni børn, glað og nøgd, klár til at møta øllum dagligdags látri og gráti.

 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s