Mær dámar ikki at vera einsamøll

5 dagar. Tað var tað. Hvørki meira ella minni. Fyrr tá ið ólavur hevur verið uttanlanda havi eg stúrt simpulthen so nógv um at vera einsamøll við børnunum.

Eg merki tað so væl, tá ið Ólavur ikki er har, tí eg eri von við at hann ger nógv húsligt arbeiði. Og børnini hava sjálvandi eisini verið minni, og onkuntíð í “baby stadie”, so tað hevur kanska verið “warrented” at eg ikki havi verið so við uppá at vera einsamøll. Men hvat er tað nú eg eri stúrin um? – Eg veit ikki ordiliga. Eg plagi at sutra fyri øllum.

Kanska er tað bara tað, at tá ið eg komi til eitt punkt, hare eg havi brúk fyri einari hond, so fái eg tað ikki. Tað er nokk tann tankin, sum dominerar. Og so plagar eisini altíð okkurt snedugt at henda, tá ið Ólavur er burtur, ein vatnleki, ella bilurin steðgar upp. Eg plagi at siga, at eg skal standa mina roynd í at vera meira sjálvstøðug.

So hesaferð, tá ið Ólavur fór avstað í fimm dagar, setti eg mær fyri, at tað fór at vera øðrvísi. Eg haldi ikki eg gjørdi nakað serliga burtur úr. Tað sum hjalpti mær, var at ikki hugsa so nógv um tað áðrenn fráfaringardagurin kom, og bara lata hann koma. At njóta ‘nú’ið heilt inntil hann skuldi avstað. Tað var veruliga lykilin til tað heila. Eg var nógv meira rólig og glað.

Tá ið hann fór avstað, royndi eg at fokusera uppá, hvussu lekkurt tað var at sleppa ein túr uttanlanda. Eg hugnaði mær saman við børnunum, og legði ikki for nógva orku í at gera alt møguligt eyka, men at koma gott ígjøgnum dagin.

Eg valdi at síggja glasið hálvfult, og gera gagn av at nú høvdu vit nakrar dagar frá hvørjum øðrum og hvussu tað kundi styrkja um forholdið.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s