Hjááálp! Mítt barn skal á stovn

Tvær tær síðstu vikurnar havi eg havt eina løgna kenslu. Ein sórnan ófrið. Eg plagi altíð at kunnað vita akkurát hvat tað er sum ger at eg havi hendan ófriðin, tað kann vera ein tanki, okkurt sum eg stúri um, ella okkurt sum er hent, men hesaferð kláraði eg ikki at finna útav, hvar hetta kom frá. Tað føldist sum um onkur hevði verið og óruddað inni í mínum høvdi, kláraði ikki ordiliga at hugsa klárt, føldi meg ókonsentreraða og irritabla.

Sjálvsagt skal eg líka venja meg við at vera í einari skiftistíð. Vit eru akkurát liðug við eina langa summarferiu, har vit øll hava verið heima og hugna okkum. Nú er Ólavur byrjaður til arbeiðis, Olivia er farin aftur í barnagarð og Eli byrjar í vøggustovu aftaná at hava verið heima hjá mær í næstan 2 ár. Eg havi følt meg ordiliga spenta og klára til at koyra hann á stovn. Eg havi eisini hugsað, at hann er klárur, og havi verið glað um tað. Um tú hevði spurt meg fyri einum hálvum ári síðani um eg var klár, so hevði eg svarað eitt greitt ”nei”.

Men hví havi eg so verið so órólig? So ta einu náttina hevði eg ein dreym. Vit vóru á onkrum slag av stovni, barnagarði ella skúla. Vit vóru øll har, og so nøkur aftrat í mínari familju. Men í dreyminum føldi eg allatíð ein lítlan ótta, sum um at okkurt lúrdi í bakgrundini. So knappliga hoyri eg eitt ljóð. Og fram kemur ein dinosaurur. Ein av teimum heilt vemmiligu, teir sum man sær í Jurrasic Park filminum. Hann kemur fram. Børnini spæla eitt sindur frá mær. Eli rennur og er glaður. Og eg blívi ræðslusligin og biðjið Ólavur taka børnini. Men tað er bert eg sum eri bangin. Øll hini, børnini eisini, taka tað heilt róligt. Og tað var tað. Tann dreymurin var liðugur. Og meðan eg um morgunin fortaldi Ólavur um dreymin eg hevði havt, var tað líkasum eitt ljós sum tendraðist í høvdinum.

Eg visti hvat dreymurin merkti. Vit vóru á einum stovni, sum symboliserar vøggustovuna, sum eg skal til at koyra Eli í. Og dinosaururin symboliserar starvsfólkini, sum skulu passa hann. Mítt innara mammu instinkt og mín undirbevístheit hevur dominera mínar dreymar, tí veruliga havi eg tað sera torført við at sleppa mínum barni. Mín undirbevístheit er sera kreativ og ógvuslig, haha. Uttan at vita tað, hevur ein ótti ulma undir øllum rokinum í dagligdegnum, og havi simpulthen ikki lagt merki til hann. Ikki fyrr enn hasin dreymurin kom. Tá merkti eg, at tað var tað eg hevði verið órólig um. At Eli skal byrja í vøggustovu. Kanska var tann kenslan eisini spot on, tí tað hevur gingið simpulthen so illa. Og álvara slett ikki sum eg hevði væntað.

Tað er ikki tað, at eg ikki havi verið klár at sleppa honum. Tí eg havi veruliga glett meg at koma aftur til arbeiðis, og at byrja við innkoyring. Men frá fyrsta degi hevur Eli verið sera smæðin og hangutur. Og um tað er nakað, sum eg ikki megni, so er tað at fara frá mínum barni og vita tað, at tað ikki trívist, og ei heldur hevur knýtt seg til nakran persón á stovninum. Tað, at tað hevur gingið so ringt við innkoyring, hevur gjørt, at eg havi bara verið meira og meira frustrera, og havi havt hug at bara taka Eli heimaftur, og slett ikki koyra hann á stovn.

Men fakta er, at eg má til arbeiðis, og einki annað er at gera. Men tað hevur virkuliga verið torført at vita at Eli grætur og ikki vil frá mær. Eg havi fingið so ilt í hjarta av tí. Tí tað er virkuliga torført tá ið børnini gráta og leingjast, ella ikki trívast. Og eg haldi tað hevur so stóran týdning at vit sum mammur stuðla hvørjum øðrum í hesum sambandi. Sjalvt um eg veit, at gráturin gongur yvir, og at børn gráta altíð í fyrstani, fer tað ongantíð at vera lætt fyri meg at hoyra Eli gráta, tá ið eg farið frá honum. Ongantíð.

Tað eru allarhelst nógvar mammur, sum eru farnar grátandi frá einum stovni, tá ið teirra barn hevur gráti illa og ikki vilja á stovn tann dagin. Og skal man so hyggja niður uppá tað, at mamman ikki klárar at “sleppa”? Nei, absolut ikki! Hetta er mammuhjarta, tá ið tað er best. Ein mamma, sum frá fyrsta degi, at barnið er komið til verðina, lúkar teirra tørv, og reagerar uppá teirra grát. Ikki at siga, at tað so er vánaligt, tá ið man ikki grætur, tí børn eru ymisk, og summi børn trívast lættari enn onnur. Olivia, okkara elsta, treivst so væl, og hevur aldrin gráti ein dag á stovni. So eg eri slett ikki von við at hava eitt barn sum Eli byrja á stovni.

Nú tá ið eg hyggi aftureftir, hugsi eg um nøkur ting, sum hava gjørt innkoyringina hjá Eli lættari.

-Lata pápan orðna innkoyring.

Í okkara føri hevur tað riggað betri, tá ið Ólavur hevur verið við Eli. Tí Ólavur er bara meira kul við øllum, og Eli er nógv meira mammutur, so tá ið eg eri við hevur hann kanska meira tendens til at hanga. Og tað verið eg so eisini ávirka av, og tað ávirkar aftur hann, og so koma vit í eina ringrás. Tí tá ið eg merki, at Eli er smæðin, og tað kanska ikki gongur soleiðis, sum eg hevði vónað, blívi eg kanska eyka kedd, og tað merkir Eli eisini.

-Sjálv taka stig til samskifti og ætlan beinanveg

Eg haldi ikki, at eg havi duga at seta krøv og samskifta um hvussu eg vóni, at tað fer at ganga. Hvat eg forvænti av starvsfólkunum osv. Eg haldi eg havi bíða til at Eli skuldi blíva meira tryggur og knýta seg til okkurt starvsfólk, áðrenn eg havi gjørt nakra ætlan. So eg hugsi um hetta eins og tá ið eg fari til læknan (og eg sigi hetta altíð eisini við onnur sum fara til lækna). ”tú skalt siga beinanveg akkurát hvat tú vilt hava, blóðprøvar, heiligvág, kanning osv.”

-Byrja at fyrireika barnið uppá at fara á stovn ein mánaða áðrenn tað byrjar.

Eitt sum vit gjørdu við Oliviu áðrenn hon byrjaði, var at siga tað við hana, at ”nú fert tú skjótt í vøggustovu, meðan mamma og babba fara til arbeiðis, tað verður so stuttligt” osv. Men hesaferð haldi eg ikki at vit hava lagt eins stóran dent á tað, sum vit gjørdu tá. Eg veit ikki um tað hevði gjørt tann stóra munin, men tað hevði so fyrireikað okkum øll eitt sindur mentalt uppá eina broyting. Eitt annað man kann gera í summarferiuni, er at fara á stovnin og spæla úti í garðinum har, soleiðis at barnið kemur at kenna staðið.

Tað týdningarmesta er at ikki missa vónina, og gera tað sum følist rættast fyri teg. Vit eru øll ymisk, og hava ymiskar prioritetir og ynskir her í lívinum. Og eg havi lært tað, at tann “gut” kenslan innast inni, rakar nokk so beint tað mesta av tíðini. Hon fortelur okkum akkurát, hvat er tað rætta at gera í støðuni.

Aftaná góðan hálvanannan mánaða við innkoyring, er Eli endiliga byrjaður at vera tryggur við starvsfólkini, og byrjar so spakuliga at vera ok við at siga bei um morgunin. Hendan mamman er hundrað ferðir glaðari enn hon var fyri einum mánaða síðani, og kann nú róliga við góðari samvitsku fara til arbeiðis.

 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s