Grekst joghurt er komið fyri at vera, tit. Har er ongin vegur aftur. Grekst joghurt er vinnarin yvir øllum joghurtum, tí tað er pinnpakka við øllum møguligum góðum, alt frá proteinum til B12 vitaminir til probiotics. Og hvør dámar ikki at fáa eitt gott alternativ til sukur og feitt? Her er í hvørt fall eitt. Also, tvs. um tú velur tað sum er “non fat”.
Eg elski at finna útav, at tað finst matur, sum eg enn ikki havi roynt, ein nýggj spennandi verð letur seg upp fyri mær, og eg kann byrja at smakka, útforska og njóta tað góða, sum mín kroppur tørvar.
Her eru fýra uppskot um hvat grekst joghurt kann brúkast til:
Eitt tað lekkrast eg veit við greskum joghurti er ein desert…sjálvandi, tí eg havi eina púra svaka søta tonn, sum er torfør at stýra!
Her er hon:
- Eitt sindur av honningi niðast (uml 1 súpuskeið)
- So non fat ella low fat grekst joghurt í. (uml 2,5 súpiskeiðir) (eg haldi, at joghurtið, sum eg brúkti til hetta var ikki non fat, men oh well!)
- Hakkaðar nøtir omaná (her brúki eg mandlir, men tað kann vera allar nøtur)
Og so er bert eftir at njóta, mums, tað smakkar sera væl!
Eitt annað, sum grekst joghurt er fantastiskt til, er at erstatta fløta:
Tá ið eg geri uppbakaða sós, og havi hug til at koyra okkurt í, sum fær hana at smakka betri og gera hana tjúkkri, er gregskt joghurt perfekt. Eingin fløti neyðugur, og tú sparir nógvar kaloriur, og tað smakkar fantastiskt!
Grekst joghurt kann eisini brúkast sum lekkurt sunt pálegg til børnini saman við avocado, súrepli og banan:
- Blanda 0,75 dl saman við einum rivnum súrepli og einari mosaðari avokado
- Smyr tað á eitt breyðstykki
- Toppa tað við banan pettum
- Voila! Perfekt til matpakkan 🙂
So er tað klassikarin- Tzatziki, sum er ógvuliga lekkurt at hava afturvið búffi, og serliga lambasteik. Ella bara afturvið einum vælsmakkandi ciabatta breyði ella pita:
- 1/2 agurk
- 250 gr grekst joghurt
- 1-2 Hvítleyksfet, ella fleiri um man ynskir sterkari smakk. Traditionelt koyrir man rættiliga nógv fet í, men fyri okkum norðurlendingar eru 2 fet allarhelst ivaleyst 😉
- uml 1 spsk av oliven olju
- eitt hint av frískum minti (um man ynskir)
- eitt hint av frískum dildi (um man ynskir)
Yum! Vælgagnist! Nú fari eg at njóta mítt greska joghurt 🙂