Mín traumatiski fyrsti føðsil

Eg og maður mín, Ólavur skuldu hava okkara fyrsta barn, Oliviu. Eg var so spent og glað. Hetta var ein planlagdur graviditetur, og í røttum ’Eva style’ læs eg alt sum eg kundi, um hvat eg kundi vænta, meðan eg var við barn. Eg fylgdi við á einari heimasíðu, um hvussu baby útviklar seg viku fyri viku í móðurlívi. Læs um hvat eg kundi vænta, tá ið baby var føtt, og hugdi eftir ógvuliga nógvum klippum á youtube um føðslar. Eg gjørdi enntá eina føðiætlan. Men tað skuldi vísa seg, at alt hetta fór ikki at hava nakran serligan týdning, tá ið tað kom til mín føðsil.img_58061Eg var sett til t. 14 mei 2012. Eg var í skannaranum fleiri ferðir, tí at móðurkakan sat so niðarlaga í lívmóðirini. Teir fyrstu mánaðirnar hevði eg tað ordiliga gott, hevði nakað av kvalma, men einki álvarsamt. So fór eg til læknan fyrstu ferð. Eg skuldi fylla nøkur pappír út, og m.a. skriva hvussu nógv eg vigaði áðrenn eg bleiv við barn. Eg mintist ikki heilt, so eg skrivaði eitt nøkunlunda tal. Aftaná eina løtu skuldi eg so viga meg. OH MY GOD, eg hevði tikið 10 kilo uppá!! Læknin var eitt sindur kløkkur, og eg umskyldaði við at eg kanska hevði skrivað skeivt ’pre graviditets tal’. Læknin byrjaði at tosa um hvussu umráðandi tað var við góðum kosti, at eg át rætt osv. Eg helt inntil hesa samrøðuna, at eg faktiskt hevði etið heilt ok, ikki ordiliga sunt, men heldur ikki ónátúrliga nógv. Eg fekk so ringa samvitsku. Men hesa kostsamrøðu fór eg at hava nakrar ferðir aftrat, tí eg bleiv bara við at taka uppá, og tað gekk við rúkandi ferð. Aftaná nakrar mánaðir byrjaði eg at leggja merki til, at eg var sera hovin um beinini. Eg hugsaði bara, at hetta var normalt. Tað bleiv so ringt, at eg vaknaði um morgunin við hovnum beinum, og tað er ikki normalt. Men eingin alarm klokka ringdi. Eg hevði lisið nógv, um hvat kundi henda undir graviditetinum, m.a. at man kundi fáa preeclampsia (fosturvatnsforgiftning), og eg hevði eisini lært um tað í skúlanum, har eg læs sjúkrarøktarfrøði. Men eg hevði ikki øll symptomini uppá tað, og eg hugsaði, at sjálvandi fór tað ikki at henda fyri mær, tí tað var bert ein lítil prosent partur av kvinnum, sum fingu tað.

Tá ið eg var komin uml 7 mánaðir, vildi læknin sjúkramelda meg. Hann helt at eg var ov hovin. Eg vildi ikki blíva sjúkramelda, tí eg vildi gera mítt skúlaár liðugt. So eg bíðaði tvær vikur, og tá insisteraði læknin, og eg játtaði at blíva sjúkramelda, sjálvt um skúlaárið ikki var liðugt.img_5834Eg var so tung, hovin og móð nú, at eg orkaði næstan ikki at ganga. Men eg var bara hovin. Eg hevði eingi onnur symptomir uppá preeclampsia, so ljósmóðurin gjørdi ikki nakað við tað. Um morgunin tann 16. Mei byrjaði eg so spakuliga at fáa verkir. Náttin var ræðulig, eg var einsamøll, eg hevði sent Ólavur heim (veit ikki heilt hví, og tað geri eg ongantíð aftur). Verkirnar vóru sterkar og eg fekk ikki sovið. Kl. uml 13 t. 17. mai slapp eg inn í føðistovuna. Eg fekk láturgass frá ljósmóðurini, og hon fór líka út. Eg og Ólavur vóru eftir í føðistovuni.

Og so var eg vekk. Bevístleys. Ólavur sá meg. Eg var vekk og byrjaði at krampa og skúm kom úr munninum. Ólavur hálaði í klokkuna, og sleyt tráðin, so hart hálaði hann. Hann rann út í gongina, og rópti bara: ’HJÁLP’! So komu fólk rennandi. Øll starvsfólkini á deildini. Tilvildarliga vóru bæði ein gynekologur og ein barnalækni beint uttanfyri føðistovuna tá. Eg var enn vekk. Og krampaði. Eg blev vend, og fekk eitt shot av heiligvági fyri at steðga krampunum. Eg vaknaði, minnist lítið, men eg var totalt í ørviti, konfus, føldi meg sløvan, allarhelst av heiligvágnum, krampunum, og manglandi svøvni. Og so var eg nakað so tyst. Eg vildi bara hava drekka, men tað slapp eg ikki, so eg fekk ísterningar ístaðin. Tað føldist ræðuligt at vera so tystur, og ikki kunnað drekka. Har vóru nógv fólk, sum royndu at koma í kontakt við meg, og fáa meg at samarbeiða. Men eg vildi einki. Eg var ikki nóg klár í høvdinum til at vita hvat gekk fyri seg. Olivia bleiv mest sum hála úr mær við súgvikoppi, tí eg hevði ikki sterkar verkir, og samarbeiddi ikki við verkunum.So kom hon út. Blá. Lívleys. Armarnir og beinini hingu. Hon fór úr mær og beint yvir til eitt borð , har barnalæknin og sjúkrarøktarfrøðingar hjálptu henni. Tað einasta eg segði var: ’er hon ok?’ Hon andaði ikki, men hevði ein hjartaslátt. So tey góvu henni ilt, og sikkurt okkurt annað, eg veit faktiskt ikki. Ólavur græt. Eg var for móð og konfus til at føla nakað. Eg átti móðurkakuna. So hoyrdi eg líka Ólavur siga, ’sá, nú fer hon aftur’. Og vekk var eg. Aftur krampar. Og meira heiligvág. Tá ið eg vaknaði aftur, fekk eg at vita, at eg mátti á intensiv at liggja, so eg bleiv flutt yvir á eina aðra song, og trilla oman. Eg slapp líka at síggja Oliviu inni í kuvøsuni, áðrenn eg fór oman. IMG_5840.JPGHar lá eg í uml eitt døgn, og eg svav fyri tað mesta. Eg havi fingið at vita aftaná, at eg faktiskt var í lívsvanda, tí eg hevði fingið tað sum kallast Hellp syndrom. Meðan hetta hendi, megnaði eg ikki at skilja hvussu lívsfarligt tað var. Heldur ikki beint aftaná. Men mín kroppur var ferdigur, og eg var ógvuliga móð. Blóðprøvarnir vístu ógvuliga keðilig tøl, sp eg mátti bara hvíla, ikki ov nógvan larm og ikki ov nógv ljós. Aftaná tveir dagar, kom eg upp aftur á deildina, og fekk Oliviu inn til mín. Hon hevði fingið sondumat í slangu í nøsini, meðan eg hevði verið á intensiv. Eg var á føðideildini í uml eina viku, lá í einakamarið allatíð, so eg kundi koma fyri meg ordiliga. Eg fekk góða hjálp, og tað gekk væl við bróstageving. Olivia var komin væl fyri seg, og var klár at byrja lívið heima hjá okkum 🙂 . img_5859

IMG_5878.JPGEg kom ígjøgnum tað, og Olivia kom eisini ígjøgnum tað, og eg havi eina vælskapta gentu í dag. Eg eri glað fyri, at tað endaði væl, og vóni ikki at uppliva nakað tílíkt aftur.

img_0026

 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s