Tá ið Eli bleiv føddur

Tá ið Olivia var uml. 3 ár, avgjørdu eg og Ólavur, at vit vóru klár til baby nr. 2. Ordiliga planlagt. Eg fann útav, at eg var við barn, og skuldi eiga í november 2015.

Vit høvdu gjørt okkum nógvar tankar um, hvussu tað fór at vera hesaferð i mun til fyrstu ferð. Av tí at tað gekk so illa við Oliviu (eg fekk preeclampsia/eclamspia), haldi eg, at vit vóru eyka nervøs fyri at tað skuldi henda aftur. Ólavur var nokk meira bangin enn eg. Men av tí at vit kendu til øll symptomir at hyggja eftir, føldu vit í minsta lagi, at vit høvdu eitt sindur av kontrol.

IMG_1194

Hendan stúranin fylti faktiskt ordiliga nógv ígjøgnum allan mín barnsburð við Eli, og eg tjekkaði hvønn dag, um eg var hovin, viðagi meg. Men eg tók ikki so nógv uppá, og eg bleiv ongantíð serliga hovin. Tó mátti eg taka tvær sukurløðslur, tí tað var sukur í urininum. Sukurløðslurnar vístu tó, at alt var normalt.

Tá ið eg var hjá jarðarmóðir, segði hon altíð, at barnið var stórt. Og maaan, tað føldi eg eisini! Við Oliviu hevði eg faktiskt haft ein ok barnsburð heilt inntil føðsilin, sum gekk fullstendiga illa. Men hesaferð virkaði tað umvent. Av tí at Eli var so stórur, bleiv hann virkuliga tungur at bera. Mín kroppur hevði longu verið ígjøgnum ein barnsburð. Pluss tað, at eg hevði enn nøkur eyka kilo, frá tá ið eg átti Oliviu. So eg var tung sjálv, og eg bar eitt tungt barn.

Búkurin føldist onkuntíð sum um hann eksploderaði. Akkurát sum um onkur hálaði rundan um nalvan og skræddi búkin sundur innaní. Halt kipp ikki, tað var pínufult! Eg hevði eisini arbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur á einum røktarheimi, og tað gjørdi tað eisini eyka tungt fyri ryggin. Eg svav illa, og hevði totalt forstoppilsi 2 teir síðstu mánaðirnar. So eg gleddi meg til at fáa baby út. Samstundis sum, at eg allatíð hevði stúran, um at tað sama skuldi henda undir føðslinum sum við Oliviu.

Fólk spurdi meg í heilum, um eg skuldi hava tvillingar, haha. Nei, tað veit den, tað sum man heldur man kann spyrja eina gravida konu! Come on tit!- Vissi konan ikki sigur tað sjálv, lat so vera við at spyrja! Tað einasta sum man nakrantíð skal siga við eina konu, sum er við barn, er: ”Tillukku, tú sært so gott út”, og so smíla. So stórur var búkurin hjá mær. Eg fann so útav, at eg líka so gott kundi havt borið tvillingar, tí Eli var so stórur, haha!

Eg varð sett til 18. November. Eg havi sjálv føðingardag t. 21. november, so eg vónaði eitt sindur, at eg fór at eiga á mínum føðingardegi. Men mín føðingardagur fór forbí, og fyrrapart tann 25. november hevði eg eina tíð hjá ljósmóðurini. Eg vaknaði tann morgunin og føldi, at eitt sindur av vatni var farið. Eg fór til ljósmóðir, og hon viðmælti, at vit bara fóru yvir á føðideildina, av tí at eg longu var hevði byrjanar verkir. Vit fóru yvir á deildina og inn í familjurúmið, har vit bíðaðu, hjartaslátturin hjá Eli bleiv kannaður, og eg merkti hvussu verkini blivu kraftigari og kraftigari.

Í familjurúminum hugnaðu vit okkum faktiskt, tað var deiliga róligt og friðarligt. Vit fingu okkum ein bita, tí eg hugsaði, at eg skuldi hava nokk av orku til føðsilin. Undir føðslinum við Oliviu hevði eg so forferdiliga nógvan kvalma, so hesaferð hevði eg gjørt mær heimagjørdan ingefer drink at taka við á føðideildina. Tað fekk eg mær allatíð eitt sindur av ígjøgnum allan føðsilin. So hevði eg tónleik við eisini fyri at kunna slappa betri av ígjøgnum alla pínuna. Og av tí at tað var so tætt upp undir jól, var tað jólafløgan hjá Michael Bublé, sum bleiv vald. Hon spældi allatíð meðan vit vóru inni í familjurúminum og í føðistovuni.

images        71UTGwpfwwL._SY355_

Vit komu inn á føðistovuna umleið kl 16. Verkini blivu kraftigari og kraftigari, eg fekk láturgass, sum hjálpti mær nógv. Eitt sum eg ikki havi kunnað, tá ið eg havi átt, er at liggja á rygginum, tí verkini hjá mær eru mest aftur í ryggin. So við Eli, var eg niðri á øllum 4, og onkuntíð stóð eg uppi.

Við Oliviu upplivdi eg ongantíð at fáa pressiverkir, tí alt gekk galið áðrenn. Men hesaferð føldi eg alvorliga pressiverkir. Oh, man! Ótrúligt hvat ið kroppurin kann gera! Eg var totalt yvirgivin til kreftirnar í mínum kroppi, og kundi ikki stýra tí. Sjálvt um tað var gyyyyseligt, føldist tað alvorliga feitt at merkja hvat fyri kraft er innaní einum. Fantastiskt!

IMG_1217

Eli var stórur, og hann sat eitt sindur skeivt, so pressiverkini vardu eina góða løtu, uml. 1 ½ tíma. Til endans orkaði eg ikki meira. Eg hevði tvær jarðarmøður, tann sum eg hevði mest var mild og friðarlig, tosaði deiliga lítið, akkurát nokk til at líka geva mær eina lítla uppmuntring. Perfekt til mín. Hin var meira ”tough”. So tað sum eg hoyrdi tað síðstu løtuna áðrenn Eli kom út og eg segði eg ikki orkaði meira var: ”jú, tú hevur verið soo røsk, hetta klárar tú, nú er so lítið eftir” og so frá hinari: ”Ikki tvætla, sjálvandi orkar tú!”

Eg lá á knøunum og alboarnar niður í føði ”songina”( tað er næstan meira sum ein bonkur). Og eg var so móð. SO MÓÐ! Men kroppurin tók yvir og eg bleiv við at pressa, eg mátti, tað var einki annað eg kundi gera. Mín kroppur tvingaði meg til tað, og eg kundi ikki halda aftur.

SO kom hann. Ááá, tann lætti! Og so kom ein yvirveldandi kensla av euforia. Floymandi yvir meg, sum ein alda. Heilt fantastiskt. Eg fór upp í skýggjini. Tað einasta eg kundi siga var: ”Hann kom út” og: ”eg kláraði tað”. Eg haldi ikki eg trúði tí ordiliga at hann nakrantíð fór at koma út. Líka so hart, sum tað var at pressa til síðst, líka so fantastiskt var tað, tá ið eg var liðug at pressa, og alt var yvirstaðið. So fantastiskt! Eg fari ongantíð at gloyma hasa kensluna aftur. Og fari nokk ikki at fáa hana aftur so kraftigt. Kanska til næsta føðsil, hvør veit J.

Eli bleiv vigaður. Og halt tær fast- hann viðagi 5740 gr og var 60 cm langur!

Tá ið eg hevði ligið eina løtu, fór eg at skelva. Av kulda og av øllum sum kroppurin hevði verið ígjøgnum. So eg bleiv væl ballað og Eli bleiv lagdur hjá mær. Eg var blivin seymað eitt sindur, og var komin yvir í eina song, og bleiv so rulla inn á familjustovuna.

Tað var deiligt at vera saman við Eli, at hann lá við síðuna av mær. Eg mintist aftur á tann ringa føðsilin við Oliviu, og hugsaði um hvussu alt var øðrvísi hesaferð. Tað gjørdi meg glaða. Eg svav næstan onki ta náttina. Ólavur legði seg á sofuna at sova, og svav sum ein steinur. Og snorkaði. Illa!

Tá ið vit vaknaðu morgunin eftir, var tað fyrsta Ólavur segði: ”Eg eri púúúra FERDIGUR!” Eg hugdi bara skeivt uppá hann: ”Álvara, ert TÚ ferdigur?!” Og eg kundi ikki lata vera við at flenna. Haha, aftaná eina deiliga nátt, har hann hevði bæði sovið og snorka, var hann ferdigur, stakkalin.

Hesin føðsilin var strævin, men góður, og eg var bara glað fyri, at eg var til staðar at uppliva alt. Eli er ein vælskaptur, stórur og langur drongur í dag, og hann er fantastiskur!

 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s