Eg gleði meg til eg sleppi at sova aftur!

Síðsta vika var ein serliga strævin vika. Ólavur hevur arbeitt nógv í seinastuni, og serliga hektiskt ta vikuna, og tað hevur kravt eitt sindur meira av mær á heimafrontinum. Eg merki so væl, tá ið Ólavur er her minni, tí vit mest sum hjálpa hvørjum øðrum við tí mesta heima, tá ið hann er komin […]

Les meira

Liam er hálvt ár og ein mánaða!

Teir síðstu seks mánaðirnir hava verður nakrir av teimum harðastu, og nakrir av teimum bestu í mínum lívi. Mín deiligi lítli gullklumpur kom til verðina, og ríkaði mítt lív, so at eg nú kundi gleðast um at eiga trý deilig børn. Tær fyrstu vikurnar aftaná Liam varð føddur vóru ógvuliga strævnar, tí eg skuldi venja […]

Les meira

Ein dagur í lívinum í barsil

Tíðliga í summar fekk eg eitt hugskot um at vísa, hvussu ein dagur í lívinum hjá mær er, meðan eg eri í barsil. Eg hugsaði fyrst um at skriva alt niður, men so helt eg tað vera nokk so stuttligt at prøva og filma alt. Tað gjørdi eg so. So havi eg sitið og baksast við […]

Les meira

Mammu-dóttir date

At hava trý børn undir 7 ár kann vera møtimikið. Tíðin strekkir ofta ikki til, og tað kann vera útfordrandi at syrgja fyri, at hvørt barnið fær nokk av kvalitetstíð. Ta fyrstu tíðina aftaná man hevur átt, krevur baby sera nógva tíð, og uppmerksemi frá mammu, so mamma hevur ikki eins stóran møguleika at vera […]

Les meira

Tann fyrsta tíðin við nýføðingi er hørð!

Eg seti meg niður nú í kvøld aftaná eina rokaliga seingjarrutinu við mínum trimum børnum. Nú er friður, og eg byrji at líta aftur á tríggir teir seinastu mánaðirnar. Hetta er triðju ferð, at eg siti við einum nýføðingi í fanginum. So man skuldi trúð, at eg var totalt avslappað hesaferð, og hevði stýr á […]

Les meira

Slappa bara heilt av við matpakkanum

Eg stóð og smurdi matpakkan hjá børnunum nú eitt kvøldið. Eg smurdi breyðini, og so sum vanligt hugsaði eg, at okkurt serligt aftrat skuldi í. Kanska eitt petti av gularót ella súrepli. Ella sjálvandi ein fruktstong, tí tað keypi eg hvørja ferð tað er uppá tilboð. Eini fimm, seks pakkar. Men so hugsaði eg. Also, […]

Les meira

Date Night!

Eg og Ólavur høvdu 12 ára brúdleypsdag tann 20 mei, og vit avgjørdu at fara út at eta. Tað gera vit ikki ofta. Lívið er í sesongum. Eisini ektaskapið. Og hendan sesongin er fylt við blæðuskifting, matpakkasmyrjing, og sum heild alt tað húsliga rokið, sum kemur við at man blívur fleiri í húsi. Tá ið […]

Les meira

Tað er ok at siga orsaka við tíni børn

  Kenna tit til hasar løturnar, tá ið tit vera pressaði út á eggjuna? Tað er bara nakað, sum slær klikk, og man hugsar bara. Nú er nokk. Eg klári ikki meira av hesum. Soleiðis byrjaði tað nú ein dagin hjá mær. Eg var móð aftaná eina langa viku, og hevði eitt sindur at hugsa […]

Les meira

At fylla í bikarið hjá barni tínum

Við Oliviu høvdu vit altíð eina nokk so fasta seingjarrutinu. Inn á vesið at skifta blæu, lata í náttklæðir og busta tenn. So í songina at lesa søgu ella syngja. Og so fóru vit út frá henni, og hon legði seg at sova sjálv. Hetta hava vit megna við Eli eisini, tó eru søgurnar og […]

Les meira

Jólastress

Í morgun var eg um at avlýsa jólini. Alt bleiv bara for nógv. Snedugt, allíkavæl, tí tað er ikki so fryktliga nógv á skránni. Men eg haldi, at tilsamans blívur tað nógv. Arbeiði, og at finna barnagentu, ella hava børnini við til arbeiðis, tí verkfall er. Jólagávur skulu keypast. Og hvat skal man keypa?! Keypast skal […]

Les meira